Vársins ljóð

Letra de Vársins ljóð

Año2000
GéneroJazz
Duración4:35
Idioma originalIS
Vistas46
Coordenadas de la letra

Letra original

IS
La traducción todavía no está disponible. Mostramos la letra original.
18
Tú heldur, at summarið koma skal Við blómum í bakka og ból Men fyrst má eg syngja tær sólina fram At skína um heygar og hól Eg andi lív í ein sóljukopp Hygg, hvussu hann brettir sær á Men fyrst má eg bræða tær kavan burt So fram vinna dái og strá Eg sigi við ánna og kelduvað At nú verður summarið skjótt Í lofti skal hoyrast kátt fuglakvað Av snípu og stara og lógv Og hagin skal klæðast í summarskrúð Har tjøldrini reiða sær ból Um dimmið skal sólin sær søkja búð Og lita tær havið sum glóð Eg gevi tær sóljur og smærubrá Tann gávan man falla tær væl Og børnini fáa ein berjadag Við ljósi og kátasta lag Eg finni fram frægastu loynimið Og tey skulu børnini fá Tá vár okkum gistir eitt annað ár Eg veit, at tú gleðast man tá