Í Tokuni

Letra de Í Tokuni

GéneroJazz
Duración3:51
Idioma originalIS
Vistas917
Coordenadas de la letra

Letra original

IS
La traducción todavía no está disponible. Mostramos la letra original.
18
Gangi í tokuni Eina í djúpu kvirruni Síggi ongar varðar Burtur allir garðar Rópi men eingin svarar Inn ímillum gloppini Í mjørkaklæddu náttini Hómi eg skuggar Tykist sum okkurt rørir seg har Rópi men eingin svarar mær Vinur, vinur sært tú meg? Gangi her í tokuni Hevur tú reikað líka sum eg Í deyðadjúpu kvirruni? Sást tú gøtuljósini Lýsa í bygdini? Sást tú hvat tey gjørdu har? Minnist tú hvussu støðan var? Leitaði nakar eftir mær? Vinur, vinur sært tú meg? Gangi her í tokuni Hevur tú reikað líka sum eg Í deyðadjúpu kvirruni? Hevur tú eins og eg Gingið í tokuni Burturvilst frá slóðini Ytst á fjallatromini? Kennir tú hetta einsemið? Vinur, vinur skilur tú meg? Veitst tú nakran loyniveg? Hevur tú reikað líka sum eg Í endaleysu óvissuni? Vinur, vinur skilur tú meg? Veitst tú ongan loyniveg? Hevur tú reikað líka sum eg Í endaleysu tokuni?