Elisabet Og Elinborg

Elisabet Og Elinborg 歌词

专辑Mannabarn
年份2007
流派Jazz
时长5:11
原文语言IS
浏览量233
歌词坐标

原文歌词

IS
暂时没有翻译,当前显示原文歌词。
18
Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári Hon syngur og hon dansar frítt Og frøist nú um várið Hon spælir sær við blómurnar Hon elskar vakrar litir Sum ein føgur sóljudrotning Í grasinum hon situr Elisabet Maria við vøkrum, bláum eygum Hon málar vakrar málningar Við gulum og við reyðum Hon málar allar litirnar Sum dagurin man eiga Sum ein føgur stjørnusól Elisabet Maria Brátt so verður friðarligt Og fuglaveingir hvíla Sólin bjarta svevur nú Og mánin fer at skína Tá fara tær til pápa sín Sum søgur veit at siga Og nú svevur lítla Elinborg Og Elisabet Maria Tá fara tær til pápa sín Sum søgur veit at siga Og nú svevur lítla Elinborg Og Elisabet Maria