Brotin

Brotin 歌詞

アルバムSlor
2015
ジャンルJazz
時間3:34
原文言語IS
閲覧数1.6K
歌詞座標

原文歌詞

IS
翻訳はまだありません。原文を表示しています。
18
Tú ert brotin Farin í tvíningar Veingjaskotin Finnur onga meining í nøkrum Kennir teg læstan fastan í fjøtrum Hvussu loysir tú Henda sálarknút? Hvussu brýtur tú út Ímillum tær trongu rimarnar Út í ein opnan heim sum rúmar tær? Dansa vilt í náttini svørtu Kenna ikki morgunin enn Okkara brotnu hjørtu Taka eitt fet í senn Eg veit at tú Ert ikki ólíkur mær Undir hyljandi húð Vovin úr sama vevnaði Tráandi eftir eydnuni eins og eg. Dansa vilt í náttini reyðu Kenna ikki morgunin enn Berjast ímóti streyminum Taka eitt fet í senn. Dansa vilt í náttini reyðu Síggja ikki sólina enn Ongantíð vóru vit eins og tey Vit taka eitt fet í senn Vit taka eitt fet í senn