Gátu Ríma

Letra de Gátu Ríma

ÁlbumLand
Año2008
Duración5:39
Idioma originalIS
Vistas1.3K
Coordenadas de la letra

Letra original

IS
La traducción todavía no está disponible. Mostramos la letra original.
18
Gestur villur frá høllini gongur, blindur er hann og fáur; møtir hann einum gomlum manni, allur í hærum gráur. "Far tú tær í grasgarðar og ráð fyri tínum bú; eg skal mær fyri Heiðrik kong og gátur kenna nú". Treðum lættliga dansin, dagurin skín so fagurliga; komið er hægst á summarið. "Tríati eru gáturnar, git mær eina av teim: Hvussu eitur sá reyða trumma, ið slær yvir allan heim"? "Vita man eg gátuna, eg giti tað fyrstu av teim: Toran eitur sá reyða trumma, ið slær yvir allan heim". Treðum lættliga dansin, dagurin skín so fagurliga; komið er hægst á summarið. "Vita man eg gátuna, eg fari ei við tí hátt: Óðin ríður sínum hesti bæði um dag og nátt." Óðin gjørdist villini fuglar, fleyg sær út á hav, brendi inni Heiðrik kong og alt tað lið, har var. Treðum lættliga dansin, dagurin skín so fagurliga; komið er hægst á summarið.