Jallgríms kvæði

Letra de Jallgríms kvæði

GéneroRock Roll
Duración4:47
Idioma originalIS
Vistas217
Coordenadas de la letra

Letra original

IS
La traducción todavía no está disponible. Mostramos la letra original.
18
Eina veit eg rímuna Gjørd við nýtum orðum Jallgrímur og Havgrímur ræðu fyri í forðum Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Jallgrímur og Havgrímur, ræðu við búnum brandi Hin var sær á Upplondum, men hesin á Bjarmalandi Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Løgdu sær so ráðini við Sum fornir gjørdu í forðum Tað skal eingin kongur stýra her um Heroyar norður Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Har komu niður á Bjarmaland f immti riddarar Reystir, tá svaraði Havgrímur: Hvørjir eru hesir gestir? Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Svaraði ein av sveinunum Smíldist undir lín: Haraldur kongur av Noregi sendi meg til tín Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Kongurin hevur oss higar sent Ikki við so blíðum Antin skalt tú landið skatta ella ímóti stríða Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Havgrímur so til orða tekur, mælir tunga at inna: Her hevur eingin skattur gingið alt tað, ið frægir minnast Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Eg eri alin á Bjarmalandi, giti ei landið skatta Ikki skal hann Haraldur kongur fregna tað og frætta Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Bóru burt hans borðbúnað Gjørt var av silvuri reina Takið nú tann høvdinga, og berið út á teinum Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Løgdu teir hendur á Havgrím unga, ætlaðu út at bera Hann vá upp sín bitra brand, ið væl kundi brynjur skera Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva Latum dans dynja dreingir Stoltsliga stígum í ring, stendur hon væl frúva